Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin Luther King
Onnur tíðindi

Nike arbeiðir við einum nýggjum ættarliði av renniskóm, sum kann tillaga seg undir rennitúrinum. Sambært patentinum skal skógvurin við hjálp frá elektronikki, sensorum, luft og vætu kunna broyta trýstið undir iljunum eftir tørvinum hjá rennaranum.

Ein motorur og ein lítil pumpa skulu millum annað kunna gera skógvin bleytari ella stinnari, meðan sensorar kunnu skráseta rørslur, ferð og kraftina í fótinum.

Talan er um eitt stig víðari enn teir sokallaðu superskógvarnir, sum longu hava kollvelt renningina. Teir brúka millum annað karbonplátur og serstakt skum fyri at geva betri orkuúrtøku og lægri mótstøðu.

Men tað er ikki vist, at reglurnar innan ítróttina fara at loyva nýggju tøknini.

Amelie Werkhausen, sum er serfrøðingur á økinum, og starvast a Norges Idrettshøgskole, metir, at ein slíkur skógvur neyvan verður loyvdur í kappingum, tí hann kann geva rennaranum ein óveruligan fyrimun.

Hóast tað, kann marknaðurin verða stórur. Serliga tey sum renna fyri at orka betur, mosjonistar, væntast at vera áhugaðir, eisini sjálvt um prísurin verður oman fyri 5.000 krónur, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #