Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú verður ein nýggj roynd gjørd at fáa fleiri bústaðir í Kollafirði. Eftir at fleiri útboð ikki hava borið á mál, verður økið nú boðið út av nýggjum. Samstundis er ætlanin at broyta byggisamtyktina, so økið kann bjóðast út til sethúskenda bygging.

Drúgv tilgongd
Økið var fyrstu ferð boðið út í 2021 til raðhúsa- og íbúðarbygging. Samráðingarnar við innkomna innkomna tilboðið rukku ikki á mál, og tá økið varð boðið út av nýggjum í 2022, vóru eingi tilboð.

Tí varð gjørt av at broyta ætlanina fyri økið, so tað tað heldur kundi bjóðast út til sethúsabygging. Eisini vórðu samráðingar tiknar upp um at keypa nakað av lendi keypt frá grannaognunum, so sethúsaútstykkingin kundi skipast við grundstykkjum á 400 fermetrar. Kostnaðurin á sethúsastykkjunum gjørdist tó ov høgur, og útboðið varð avlýst. Í fjør varð farið aftur til ætlanina um raðhúsa- og íbúðarbygging, og umsitingin hevur síðan arbeitt við málinum.

Í 2025 vórðu samráðingarnar við grannaognirnar komnar so mikið langt, at partar av teirra lendi vorðu keypt og yvirtikið, so tað kundi gerast partur av nýggja útboðnum.  Eitt tilboð kom inn, men varð síðani tikið aftur, tí mett varð, at tilgongdin at broyta byggisamtyktina og síðani byggimálsviðgerðin fór at taka ov langa tíð. Kortini var áhugi fyri at keypa økið og byggja lyklaklár sethús samsvarandi galdandi byggisamtykt. Síðani hevur verið arbeitt víðari við einum leisti at bjóða økið út til sethúsabygging.

Nýtt útboð við broyttum fortreytum
Nú verður Lygnesi so boðið út av nýggjum við broyttum fortreytum. Útboðsøkið er tað økið, sum upprunaliga bleiv boðið út umframt tað, kommunan síðan hevur keypt frá grannaognunum.

Fyri at skapa møguleika fyri so nógvum bústaðareindum sum gjørligt á økinum er ætlanin eisini at broyta byggisamtyktina frá A1 til A4 fyri útboðsøkið, so hon loyvir sethúsakendari bygging, sum kann býtast sundur í fleiri sjálvstøðugar bústaðareindir.

Av tí at økið nýliga hevur verið boðið út, verður innlatingarfreistin hesa ferð stytt til 2–4 vikur. Hetta fyri skjótt at fáa greiðu á, um áhugi er fyri at byggja á økinum.

Innlatingarfreistin verður hesa ferð stytt til 2–4 vikur, tí økið nýliga hevur verið boðið út, so tað skjótt verður greitt, um áhugi er fyri at byggja á økinum.

Vónin er, at áhugin fyri økinum verður størri, og at tað ber til at fáa gongd á byggingina og harvið skapa fleiri bústaðir í Kollafirði.

Málið varð viðgjørt og samtykt á býráðsfundi 17. september 2026.

Lógir, ásetingar o.a.
A1 ásetingar í almennu byggisamtyktini eru m.a.:
Umráðisparturin verður lagdur til stakhús. Eftir serloyvi frá byggivaldinum kunnu eisini byggjast tvíhús, raðhús og tílíkir bústaðir fyri eitt húski. Stakhús og tvíhús kunnu eisini hava eina minni íbúð, ið tó ikki kann frábýtast sum eigaraíbúð.

A4-ásetingar loyva sethúsakendari bygging, sum kann býtast sundur í fleiri sjálvstøðugar bústaðareindir. Byggingin í hesum umráðispartinum er at sammeta við sethúsa- og tvíhúsabygging, men loyvir fleiri bústaðareindum fyri betri at gagnnýta avmarkaða lendið. Skipanin av tílíkum økjum skal taka atlit til og hóska til kringliggjandi bústaðarøki

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #