



Búskaparráðið: Tørvur verður á nærum 450 fleiri ársverkum innan røkt til eldraøkið í 2035, umframt starvsfólk fyri tey sum innan 10 ár fara á pensjón. Land og kommunur eiga tí at gera ætlanir fyri, hvussu arbeiðsútboðið á eldraøkinum kann vaksa, sum bæði kann vera at fáa røktarstarvsfólk upp í tíð og at økja um starvsfólkatalið á eldraøkinum.
Tørvurin á fleiri røktarstarvsfólkum veksur komandi árini, sí myndina niðanfyri. Myndin vísir ein framroknaðan tørv á nærum 450 fleiri røktarársverkum í 2035, um tey, sum verða 80+ ára gomul í 2035, í miðal hava sama tørv á eldra- og røktarbústaði, sum tey 80+ ára gomlu høvdu í 2024 og bygnaðurin av eldraøkinum er hin sami sum í 2024.
Burturav verandi starvsfólkahópi í 2024 á 950 ársverk, vóru 75 ársverk omanfyri pensjónsaldur. Harafturat fara sløk 230 ársverk at røkka pensjónsaldur innan komandi 10 árini. Tískil er framtíðartørvurin á nýggjum røktarstarvsfólki størri, enn 450 ársverk fram til 2035, um ikki kommunurnar gera íløgur í størri og effektivari eindir á eldraøkinum.
Íløgur í størri røktarheim eru ikki einans ein neyðug strategi fyri at fáa eindarkostnaðin á eldraøkinum niður, men eisini fyri at tryggja, at avmarkaða útboðið av arbeiðsmegi verður gagnnýtt til fulnar og røkkur til.
Væntaður tørvur á røktarársverkum fram til 2035
##med2##
Kelda: Gjaldstovan, Hagstova Føroya og Búskaparráðið
Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025" her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo