Vindmyllan er byrjanin – føroyska familjan er endastøðin. Ímillum eru tokskinnarir og SEV-tokið. Spurningurin er, hvat allur toktúrurin kostar, áðrenn ein gagnnýttur kWh kemur trygt fram til familjuna
Vindmyllan er byrjanin – føroyska familjan er endastøðin. Ímillum eru tokskinnarir og SEV-tokið. Spurningurin er, hvat allur toktúrurin kostar, áðrenn ein gagnnýttur kWh kemur trygt fram til familjuna
Nú fakfólk hittast á Setrinum at viðgera vindorku í arktiskum økjum, er eitt gott høvi at spyrja:
Hvat krevst í veruleikanum fyri at fáa vindorkuna trygt og bíliga heilt fram til føroysku familjuna?
Vindmyllan er byrjanin – føroyska familjan er endastøðin. Ímillum eru tokskinnarir og SEV-tokið.
Spurningurin er, hvat allur toktúrurin kostar, áðrenn ein gagnnýttur kWh kemur trygt fram til familjuna.
19. og 20. august verður verkstova á Fróðskaparsetri Føroya um vindorku í arktiskum økjum.
Tað er eitt kærkomið høvi at savna vitan og royndir um vindorku undir teimum serligu umstøðunum, sum galda í Føroyum og øðrum smáum og avbyrgdum elskipanum. Vindmyllan er løtt at síggja. Hon stendur í landslagnum, veingirnir mala, — og tá vindurin blæsur, verður elorka framleidd heldur enn at olja verður brend. Men vindmyllan er einans byrjanin á toktúrinum.
Vindurin er ókeypis
Vindurin er ókeypis. Men tað merkir ikki, at ein kWh frá vindorku, komin heilt fram til føroysku familjuna, er ókeypis.
Vindmyllan er ikki øll elskipanin
Ein elskipan kann í fleiri tímar hava sera høgan part av framleiðsluni úr varandi orkukeldum, uttan at tað í sjálvum sær sigur, hvussu trygg elveitingin er. Vindurin kann minka. Vindmyllur kunnu steðga.
Vatnframleiðslan kann broytast. Ein stórur vinnuligur brúkari kann brádliga økja um elnýtsluna.
Men heima hjá føroysku familjuni skal streymurin vera tøkur, tá tørvur er á honum. Framleiðsla og nýtsla skulu tí vera í javnvág – hvørt sekund.
Tað krevur meira enn bara teir kWh, sum verða framleiddir. Elskipanin hevur eisini tørv á systemberandi orkuføri, tiltakseffekt og tekniskum loysnum, sum halda frekvensi og spenningi støðugum.
Her kann elskipanin ímyndast sum eitt tok. Vognarnir vísa, hvaðani orkan kemur – olja, vatn og vindur. Lokomotivið umboðar tað systemberandi orkuførið, sum skal vera við til at halda elskipanina støðuga og tryggja veitingina. Men tokið koyrir heldur ikki uttan tokskinnarar.
Tokskinnarirnir eru elkervið – kaðalar, transformering, koplingsstøðir og neyðug netstyrking – sum bindur orkuframleiðsluna saman við familjuni.
Vognarnir vísa, hvaðani orkan kemur. Lokomotivið vísir, hvat skal til fyri at fáa hana trygt fram.
Tokskinnararnir vísa, hvat skal til fyri at fáa hana hagar, hon skal brúkast.
Og tá kemur tann einfaldi spurningur: Hvat kostar allur toktúrurin?
Tá føroyska familjan fer at spyrja
Tá vit ikki longur bara hyggja at vindmylluni, men eisini at vognum, lokomotivi og tokskinnum, koma nakrir heilt natúrligir spurningar í ljósmála:
1. Hvat kostar ein gagnnýttur kWh frá vindorku í veruleikanum, tá øll neyðug íløga og allur rakstur kring hann verða tikin við?
2. Hvat hava føroysku vindmyllulundirnar higartil kostað og framleitt – og hvussu hava tær staðiðseg tøkniliga og rakstrarliga í føroyska veðurlagnum?
3. Hvat hendir í elskipanini, tá vindorkan annaðhvørt ikki røkkur til – ella tá hon er størri enn tørvurin?
4. Hvussu nógv oljuframleiðsla – og harvið olja – verður í veruleikanum spard við vindorkuni?
5. Tá vindorkan ikki er tøk, kunnu olju- og vatnorkuverkini við teirra systemberandi orkuføri tá framvegis nøkta tørvin hjá føroyska samfelagnum? Um so er, hvussu nógv av hesum kapasitetinum má framvegis haldast tøkt, tá vindorkan er í rakstri – og hvat merkir tað fyri elrokningina hjá føroysku familjuni?
6. Tá alt verður lagt saman – kostnaður, veitingartrygd og umhvørvisárin – er samlaða íløgan so góð fyri føroysku familjuna?
Og tá vit hoyra, hvussu nógv CO₂ vindorkan sparir, kemur ein annar einfaldur spurningur fram:
Hvat verður tikið við í roknistykkið?
Er tað fyrst og fremst oljan, sum ikki verður brend? Ella verður eisini hugt at allari lívsskeiðssøguni – ráevnum, framleiðslu og flutningi, stáli og betongi, lendisinntrivum, rakstri, útskiftingum og at enda niðurtøku og burturbeining?
Tað merkir ikki, at vindorkan harvið er ein vánalig umhvørvisloysn. Tað merkir bara, at um vit vilja samanbera orkukeldur, eiga vit at vita, hvar markið fyri roknskapin gongur – bæði umhvørvisliga og fíggjarliga – og hvat samlaða orkuskipanin merkir fyri føroysku familjuna.
Vit skulu síggja alt tokið
Tað kann væl vera, at meira vindorka er ein týðandi partur av bestu framtíðar orkuskipanini. Men tað kunnu vit ikki vita um vit bert hyggja at vindmylluni.
Tað er heldur ikki ein spurningur um at vera fyri ella ímóti vindorku.
Spurningurin er, um vit kenna tøknina og tølini nóg væl til at velja røttu loysnina. Málið eigur at vera tann orkuskipanin, sum tænir føroysku familjuni best – við so lágum samlaðum kostnaði sum til ber, høgari veitingartrygd og minst møguligum samlaðum umhvørvisárini.
Verkstovan á Setrinum 19. og 20. august er tí eitt kærkomið høvi at fáa meira av hesi søgu fram í ljósið. Føroyska familjan hevur ikki tørv á at borðreitt verður við ávísari niðurstøðu. Hon hevur tørvá vitan um tøknina og tølini, so hon – og skipanin – kunnu síggja heildina og gera sínaegnu niðurstøðu.
Vindmyllurnar síggja vit. Nú eiga vit eisini at síggja alt tokið.
Mourits M. Joensen
Sterkstreymsverkfrøðingur
Hippocrates.fo
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



