Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-010/2025 eftir § 52a í tingskipanini til Margit Stórá, landsstýriskvinnu, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur á landbúnaðin og privatu húsarhaldini  

Spurningar:   
1. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á privatu húsarhaldini?

2. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld  á landbúnaðin/bøndur?

3. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á fiski- og alivinnuna?

4. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á mjólkarvørur (t.d. MBM), bakivørur o.a.?

5. Um ja, er so ætlanin, at pengarnir, sum verða tiknir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum?

Svar til spurning 1, 2, 3 og 4: 
Fyrst kann minnast á, at galdandi orku- og veðurlagspolitikkur frá 2022 er samtyktur í Løgtinginum við 25 átøkum í virkisætlanini. Har sæst, at hóast avgjøld og afturberingarskipanir teljast millum átøkini, so eru enn bara avgjøld á F-gass løgd á vinnuna. Eisini varð serliga oljuavgjaldið hækkað eitt vet. Annars eru ongi onnur sonevnd grøn gjøld av týdningi fyri veðurlagspolitisku kósina løgd á privatu húsarhaldini, landbúnaðin, fiski- og alivinnuna ella á aðrar framleiðslu. Tvørturímóti eru grønar afturberingarskipanir til føroysk húsarhald, sum leggja um til hitapumpuskipan til bústaðir og til elrikin akfør.  

Tá tað er sagt, so er avgjaldspolitikkur og orku- og veðurlagspolitkkur nær tengd at hvør øðrum, og tí verður fyrr ella seinni neyðugt at taka støðu til hesar viðkomandi spurningarnar. Men veðurlagslógin er ikki staðið, har støða verður tikin til teir.

Sambært uppskotinum til veðurlagslóg er støða ikki tikin til, júst hvørji átøk skulu setast í verk frameftir fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassi ella hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at brynja samfelagið til veðurlagsbroytingarnar. Tí er støða heldur ikki tikin til, hvørji gjøld og avgjøld skulu leggjast á frameftir ella hvørjar møguligar afturberingarskipanir eiga at verða gjørdar.  

Sambært uppskotinum til veðurlagslóg skulu virkisætlanir við tíðarfestum átøkum gerast fimta hvørt ár. Virkisætlanin skal líta 10 ár fram. Eisini skal eitt óheft Veðurlagsráð við serfrøðingum innan veðurlagsøkið tilnevnast at gera tilmæli til politisku skipanina um, hvørji átøk eiga at verða sett í verk og nær rætta løtan er til ávísu átøkini. Veðurlagsráðið skal eisini viga og meta um tey átøk, ið longu eru sett í verk fyri at meta um, hvørt tey tæna endamálinum, sum upprunaliga ætlað.  

Veðurlagsráðið skal viðvirka til, at politiska skipanin fær uppskot og tilmæli á borðið, sum eru leys av partapolitiskum hugsjónum. Vónin er, at breiðar og haldbærar politiskar semjur kunnu spretta úr hesum uppskotum og tilmælum, so vegurin móti málinum gerast so slættur og lættur, sum til ber.  

Gjøld og avgjøld eru longu partur av samtyktu orku- og veðurlagspolitisku átøkunum. Gjøld og avgjøld eru týðandi politisk stýrisamboð, bæði tá gjøld og avgjøld verða brúkt, ella tá afturberingarskipanir ella avgjaldsfrítøkur verða brúktar til at stýra borgaranum móti ávísum valum ella at broyta atferð.  

Svar til spurning 5: 
Allar inntøkur frá gjøldum og avgjøldum, og eisini sonevndum “grønum gjøldum”, fara í landskassan.

Skulu gjøld og avgjøld brúkast serstakt í orku- og veðurlagspolitikkinum, so má játtan útvegast á landsins fíggjarlóg árliga.  

Higartil hevur tað verið ein blanding av pískum og gularótum, sum hava verið brúkt á orku- og veðurlagsøkinum fyri at benda borgarum móti tí grøna ella elektrifiseraða valinum. Við afturbering av MVG verður eggjað til at skifta oljufýring út við hitapumpu, at velja elbil framum bensin og diesel og við størri avgjaldi á olju, verður eggjað til at brúka minni av olju.  

Soleiðis kemur peningur inn og út úr landskassanum. Um hesi gjøld skulu standa við í broyttum ella óbroyttum líki er upp til politiska samráðing. Sama kann sigast til spurningin, um hesi gjøld einans skulu setast í verk fyri at betra um haldførið hjá landskassanum. Mær vitandi er ongin yvirskipað støða tikin til tað enn, og ei heldur er nøkur breið ella full semja um tað.  

Sammeta vit okkum við grannalondini, so er vaksandi fokus á grønar puljur fyri at stimbra orkuskiftið í samfelagnum. Tí má støða javnan takast til spurningin um, hvørji gjøld og hvørjar afturberingar skulu bera orkuskiftið í samfelagnum.   

Tað hevur týdning, at gjøld og avgjøld ikki raka skeivt, men heldur tryggja, at øll kunnu koma við í orkuskiftið. Skipanir mugu verða samhaldsfastar og lagaligar, so fíggjarligu byrðarnar verða lagdar á eftir førimuni.  

Tí verður eisini neyðugt at menna fíggjarlig stýrisamboð, sum tryggja øllum javnbjóðis atgongd at koma við í grøna orkuskiftið. Hetta verður avgerandi fyri at røkka langtíðarmáli Føroya um netto null útlát av vakstrarhúsgassi í 2050, soleiðis sum skotið er upp í uppskotinum til veðurlagslóg.    

Margit Stórá, 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #