Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Tiltøk

Betri Trygging: Í meira enn eitt áratíggju hevur fartelefonin, teldan og sosialir miðlar verið fastur partur av gerandisdegnum hjá okkum flestu. Men nú eru vit øll so smátt farin at ásanna, at tað, sum skuldi savna okkum, hevur skilt okkum sundur. Nú ganga vit heldur við ringari samvitsku og hava kanska ikki amboðini til at broyta tað.

Spurningarnir, sum standa eftir hjá nógvum, eru: Hvat gera vit? Hvussu sleppa vit burtur úr hesum? Sum ein liður í SkíggjaSunn-átakinum bjóðar Betri Trygging til spennandi og læruríkan fyrilestur um hetta evnið á 17. november.

Danski Imran Rashid hevur svarið upp á spurningarnar omanfyri. Hann er lækni og hevur granskað í skíggjanýtslu í meira enn 20 ár, og í fjør gav hann út bókina “Skærmsund”. Við bókini hevur hann sett sær fyri at hjálpa foreldrum at fáa familjulívið í javnvág aftur.

Fyrilesturin tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eitt sunnari og meira tilvitað tilknýti til skíggjar. Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin.

Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll - og kanska serliga til foreldur, sum føla seg hava mist tamarhald á støðuni, og sum sakna kvalitetstíðina saman.

Fyri Imran snýr hetta seg ikki um at rita út av øllum sosialum miðlum ella at tveita allar skíggjarnar vekk. Hetta snýr seg um at vera meira tilvitandi um, tað ið vit gera.

Fyrilesturin er ókeypis og verður hildin á Glasi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo