Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Tiltøk

Við Tjarnir: Sunnudagin 26. juli letur Hoppilundin við Tjarnir upp í ólavsøkuhami. Opið verður frá kl. 13.00 til 18.00, og lagt verður upp til ein hugnaligan familjudag við spæli, undirhaldi og góðum ólavsøkustemningi.

Í Hoppilundini verða hoppiborgir, mini golf, MySelfie og undirhald. Filip og Bjarki, sum nógv kenna frá Hoydalar-sendingunum, koma at syngja og spæla, og Klovnurin Bubu kemur eisini at undirhalda.

Sølubúðirnar við Tjarnir hava opið, og har verður møguligt at keypa millum annað franskan hotdog, poppkorn, candyfloss, blandað bomm, sunkist og sodavatn. Eisini ber til at keypa ballónir.

Skráin:
Kl. 14.00: Filip
Kl. 15.00: Klovnurin Bubu
Kl. 16.00: Bjarki

Við Tjarnir gleðir seg at bjóða børnum, familjum og barnsligum sálum vælkomin í Hoppilundina sunnudagin 26. juli frá kl. 13.00 til 18.00.

Við Tjarnir – vit hoppa hægri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #