Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller
Politikkur

Kríggið í Miðeystri hevur enn einaferð sent oljuprísirnar langt upp í loft, og óvist er, hvussu leingi teir fara at verða hangandi har uppi.

SEV hevur gjørt fasta avtalu um prísin hetta árið, og tí fara elprísirnir ikki upp nú, men kanska seinni.

Tey sum hita húsini við olju, og hava oljuriknar bilar skulu roknað við at fáa eina stóra eykarokning slepta niður í postkassan um stutta tíð.

Og størstu tapararnir verða reiðaríini, sum brúka umleið helvtina av allari oljuni, sum føroyska samfelagið brúkar.

Hetta minnir okkum enn einaferð á, at vit eiga at framleiða okkara egnu orku, soleiðis at vit ikki fáa eina risastóra rokning, hvørjaferð onkur Ayatollah steingir Hormuzsundið.  

Vit eiga at arbeiða við grønum orkuloysnum, og vit eiga eisini at arbeiða við oljuleiting í føroyskum øki.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn løgdu bragdliga út fyri trimum árum síðani við at seta á stovn eitt Umhvørvismálaráð, tí nú skuldi ferð setast á grøna orkuskiftið.

Men har kom ikki so mikið sum ein vindmylla upp á teirra vakt.

Hetta má broytast.

Vit skulu í mest møguligan mun framleiða okkara egnu orku. 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #