Tá USA og Iran í síðstu viku boðaðu frá fyribils vápnahvíld, og at umboð fyri londini skuldu hittast til samráðingar, fekk tað prísin á einari tunnu av olju niður um 100 dollarar.
Men tá Trump seint sunnukvøldið boðaði frá, at USA ikki var nøgt við friðarsamráðingarnar, og at tað ístaðin fór at steingja havnirnar hjá Iran nærhendis Hormuzsundinum, fekk tað oljuprísin at hækka aftur.
Seinnapartin í dag er prísurin á einari tunnu av olju hægri enn 100 dollarar, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



