Hitt endaliga virði av einum fongi er treytað av, hvussu hann er fingin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hitt endaliga virði av einum fongi er treytað av, hvussu hann er fingin
- úr Børkuvísum
Vinna

(mynd gjørd við vitlíki)

(mynd gjørd við vitlíki)

(mynd gjørd við vitlíki)

Tað er dýrt at reka matstovur - serliga tær góðu - og tað er einasta føroyska matstovan við michelinstjørnum eitt gott dømi um. Tí við einum bruttovinningi uppá 2,848 milliónir krónur, og lønarútreiðslum uppá 2,831 mió kr lógu bara 13 túsund krónur eftir til eigaran tá skattur og onkrar aðrar smávegis útreiðslur vóru farnar av.

Tað sæst í fyrsta roknskapinum hjá PAZ, sum er fyri tíðarskeiðið 19. februar til 31. desembur 2025.

Fíggjarstøðan javnvigaði við áleið hálvari mió kr.

Poul A. Ziska er stjóri og eigari.

Ein av heimsins kendastu matstovum, danska Noma, sum fyribils er stongd, var heldur ongantíð nakað gullnám, hóast gestirnir máttu av við fýra siffraðar upphæddir fyri hvønn. Í 2021 var hallið 1,69 mió kr og í 2022 var vinningurin 590.000 kr men tað var eftir covid hjálp frá statinum uppá 3,3 mió kr.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #