Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton
Onnur tíðindi

Veðurstova Føroya: Fyrr í vikuni var fyrsta atmosferiska bumban yvir Norðuratlantshavi. Djúpa lágtrýstið gjørdi um seg í Grønlandsfjørðinum og á havleiðini sunnan fyri Ísland. Ringasta veðrið var fyrrakvøldið, hvassur stormur í miðalvindi.

Nú er tann næsta á veg.

Meðan lágtrýstið liggur yvir Íslandi og spakuliga grynnist og viknar, tók eitt nýtt lágtrýst seg upp yvir havinum 200 fjórðingar í landsynning úr Nova Scotia. Tað fer at ganga eystureftir, til tað fyrrapartin mánadagin er komið til Asorurnar. Tá er trýstið lækkað niður í 999 hPa. Enn er ikki nakað serligt av vindi ella regni rundan um tað.

Komið eystur til Asornurar, er tað undir jettstreymunum, sum eru beint omanfyri í 5/6000 metra hædd. Teir ganga við nógvari ferð í landnyrðing og norðan, og taka lágtrýstið við sær og sýgur luftina úr tí.  

Frá seinnapartinum mánadagin dýpist tað úr 997 hPa skjótari og skjótari, meðan tað gongur ímóti vesturstrondini í Írlandi og haðani ímóti Íslandi. Skjótasta dýpingin er týsdagin, tá ið trýstið í miðjuni fer úr 989 hPa niður í 954 hPa – hetta er 35 hPa í 24 tímar! Tað er sera nógv. Onnur atmosferiska bumban í eina viku beint eftir heystjavndøgur.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #