Optimar hevur gjørt sáttmála við skipasmiðjuna Stadyard um at veita verksmiðjuna til nýggja línuskipið hjá P/F Regn, sum er partur av Framherja-samtakinum. Eftir ætlan verður skipið latið eigaranum summarið 2028.
Umborð verður fiskurin kruvdur og avhøvdaður, og slógvið verður savnað og gjørt til súrløgu. Soleiðis fæst meira burtur úr hvørjum fiski. Optimar skal millum annað veita avhøvdingarmaskinur, reiðskap til agnið og skipanina, sum skilur fiskin. Felagið hevur eisini ábyrgdina av at fáa útgerðina at virka saman, skrivar Optimar í tíðindaskrivi.
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, sigur, at málið er at fáa eitt nútímans línuskip, sum kann rekast væl í mong ár. Hann leggur dent á, at verksmiðjan skal tryggja góðskuna á fiskinum og gera tað møguligt at gagnnýta alla veiðuna.
Sirius Design & Integration í Ålesund hevur teknað skipið, sum verður 50,3 metrar langt og fær eina frystilast á 630 rúmmetrar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



