Tað hevur verið ólag á netsambandinum hjá fleiri føroyingum í dag.
Fleiri brúkarar vórðu raktir við óstøðugum sambandi og eisini fingu fleiri handlar ikki avgreitt viðskiftafólk sum vildu gjalda við korti.
Netveitararnir hava onga almenna kunning, men VP frættir, at talan er um, at partar av sambandinum millum Føroyar og umheimin hava ikki virkað sum teir eiga, og tað hevur elvt til óregluliga sambandið.
Tað einu løtuna vóru yvir 60 sum bíðaðu eftir at fáa samband við tænastutelefonina hjá Føroya Tele.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



