Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Vinna

Eva Christelsdóttir og Jessica Klevang arbeiða við KT- og kunningartrygd hjá donsku ráðgevingarfyritøkuni Leave a Mark Consulting Group, sum sambært sendu upplýsingunum hevur fingið heiðurin Børsen Gazelle 2026.

Fyritøkan hevur bústað í Keypmannahavn og hevur havt stóran vøkstur. Sambært almennum roknskapartølum, sum Regnskabsbasen endurgevur, vaks bruttovinningurin úr umleið 1,05 milliónum krónum í 2022 í 7,26 milliónir í 2025. Tað er ein vøkstur á umleið 590 prosent.

Í gjár vóru tær báðar føroysku kvinnurnar við til gazelluhátíðarhaldið í K.B. Hallen í Keypmannahavn.

Í dagliga arbeiðinum hjálpa tær fyritøkum og stovnum at finna veikleikar í kunningartrygdini, meta um váðar og seta trygdartiltøk í verk. Arbeiðið fevnir eisini um mannagongdir, innanhýsis eftirlit og fyrireiking til sertifisering.

Leave a Mark Consulting Group ráðgevur millum annað um kunningartrygdarstandardin ISO 27001 og krøvini í NIS2, DORA og GDPR. Sambært sendu upplýsingunum hevur fyritøkan eisini kundar í Føroyum.

Gazelluheiðurin verður latin fyritøkum, sum lúka ávís vakstrarkrøv. Millum treytirnar eru árligur vøkstur og í minsta lagi ein tvífalding av umsetningi ella bruttovinningi yvir fýra roknskaparár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #