Javnaðarflokkurin hevur í kvøld fingið durafjórðingin frá hinum flokkunum í meirilutanum í Tórshavnar Býráð.
- Nógv góð og spennandi mál skulu avgreiðast restina av hesi setuni, og neyðugt er at brúka orkuna uppá hesi mál til gagns fyri kommunu og borgara, sigur Elsa Berg, borgarstjóri, í skrivi til miðlarnar í kvøld.
Hon leggur afturat, at møguleikin fyri samstarvi við onnur í býráðnum verður nú kannaður.
Nakað av ófriði hevur verið innanveggja í býráðnum í seinastuni, og herfyri rýmdu limirnir hjá Javnaðarflokkinum av einum fundi sum tí ikki var viðtøkuførur.
les eisini: Sjey fóru av fundi – býráðið fekk ikki tikið støðu til gegnismál
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



