Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Onnur tíðindi

Eitt húsarhald, sum brúkar 5.000 kilowatttímar um árið, skal rinda 1.125 krónur meira fyri streymin næsta ár, um eykaaðalfundurin hjá SEV í morgin samtykkir uppskotið um nýggjar elprísir. Tað svarar til slakar 94 krónur um mánaðin.

Hevur húskið hitapumpu og elbili, er brúkið helst nærri 10.000 kilowatttímar um árið, og tá verður rokningin 2.250 krónur hægri um árið.

Í fíggjarætlanini fyri 2027 verður skotið upp at hækka vanliga streymprísin 18 oyru fyri kilowatttíman frá 1. januar. Við meirvirðisgjaldi er hækkingin 22,5 oyru.

Hjá húsarhaldum, ið brúka upp í 10.000 kilowatttímar um árið, verður nýggi prísurin sostatt 2,55 krónur fyri kilowatttíman við mvg. Fasta árliga gjaldið verður óbroytt.

Verður uppskotið samtykt, hækkar streymprísurin annað árið á rað. Við ársbyrjan í ár hækkaði hann 8,75 oyru fyri kilowatttíman við mvg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #