Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Tema

Jens Pauli er yngstur av trimum og einasti drongur. Mittasta systirin er eisini deyv og elsta systirin arbeiðir millum tey deyvu í Danmark.

Jens Pauli flutti til Danmarkar fyri nógvum árum síðani eftir at hann hevði lokið skúlan í Føroyum. Hann royndi ymisk arbeiði í Føroyum men tað var serligani ein hending, sum førdi við til at hann gjørdi av at flyta.

Jens Pauli hevur altíð verið tunghoyrdur og er komin nógv ímillum tey deyvu í Deyvahúsinum og í teimum ymisku heiminum hjá teimum deyvu.

Hann er vaksin upp í Tórsbyrgi og minnist bert góðar tíðir higani. 

Sum vit skrivaðu, so er Jens Pauli føddur tunghoyrdur men hetta broyttist ein dagin hann var farin út at koyra á vetrartíð.

Her var hann út fyri einari ferðsluvanlukku, sum gjørdi at hann fullkomiliga misti hoyrnina. Hendan tíðin var sera svár og so gjørdist tað enn svárari tá hann við sínum deyvu oyrum fekk tinitus, sum er eitt óljóð inni í heilanum. Eitt ýl, sum er frá allan dagin.

Tað var sera trupult at byrja við hjá honum at venja seg við hetta óljóðið serliga tá hann skuldi leggja seg. Nú í dag hevur hann vant seg við, at ljóðið er har.

Eisini misti hann smakk- og luktisansin og eru hesi enn ikki komin aftur tann dag í dag.

Jens Pauli hevði í 20 ár havt eitt sera gott starv í Danmark, har hann millum annað koyrdi avlamin fólk í minni bussi.

Øll hesi árini hevði longsulin at koma heimaftur til Føroyar verið har, men nú fekk hann eitt tilboð um at flyta heimaftur.

Einki altjóða teknmál er, sum deyv kunnu brúka, og tí er ein amerikanskur felagsskapur í gongd við at “umseta” bíbliuna til teknmál í ymiskum londum.

Umboðsmaðurin í Danmark er føroyingurin Jan Tausen Zachariassen og hann spurdi Jens Paula um hann var áhugaður at flyta heim og taka stig til hetta.

Hetta hugsaði Jens Pauli um í stutta tíð og játtaði at taka av hesum.

Men nú mátti hann so flyta heim og so var fari at leita eftir hvar í landinum hetta skuldi vera. 

Umráðandi var at alt ikki skuldi gerast ov kostnaðarmikið, tí fíggingin til hesa verkætlan er avmarkað men nú fingu teir samband við ein sera gávumildan mann, sum bjóðaði teimum at leiga eitt høli til at gera allar videoupptøkurnar í ókeypis. Hesum tóku teir av og hava teir so hølini í 18 mánaðir.

Jens Pauli flutti so heim til Føroyar og fekk eina íbúð í Fuglafirði har hølini, sum teir taka upp eisini er.

Hvat er tað so tit gera?

- Jú, vit hava gjørt av fyrst at byrja at fara ígjøgnum Jóhannesar evangeliið og gera tað liðugt. Sjálvandi er hetta ein stór avbjóðing tí tað eru nógv orð, sum eg ikki skilji og tí fái eg hjálp frá øðrum deyvum her í Føroyum men eisini  frá Jan, sum er sera kønur í bíbliuni.

- Tað at gera eina deyvabíbliu er ikki bara at umseta hana, men vit umskriva hana til deyvamál tí tað er ikki tað sama sum at umseta til annað mál. Her mugu vit gera tað so at øll tey, sum duga teknmál, skilja hvat vit siga og skilja heildina.

Í hesum døgum er Jens Pauli farin til USA har hann er á skeiði í bíbliulesnaði fyri deyv og verður hann aftur í Føroyum eftir hálvan november.

Hann er tó einsamallur í starvinum í Føroyum, men har eru deyv, sum hava játtað at hjálpa til við ymiskum.

Jens Pauli leggur afturat at um har er onkur, sum ynskir at stuðla hesum arbeiði, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við hann. Sum er, so gongur sáttmálin út síðst í 2026 men tey vóna at fáa meira fígging til at halda áfram at gera restina av bíbliuni. Hann endar við at siga at í USA tók tað heili 30 ár at gera eina Deyvabíbliu, men í dag eru umstøðurnar til tað tekniska og annað so nógv betur og heldur hann at tað kann møguliga gerast uppá 10 ár.

Greinin er partur av tema um deyv og tunghoyrd fólk í Føroyum og teirra vilkor.

Les eisini: 
Fekk influensu og gjørdist deyvur
Eg bleiv illa happað tí eg var tunghoyrd
Varð sendur til Danmarkar sum 4 ára gamal, bara tí hann var deyvur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo