Fróðskaparsetrið: Ein av høvuðsrøðarunum á UArctic Congress 2026 við Tjarnir var Pál Weihe, professari.
Hann talaði um stóru arktisku tvístøðuna viðvíkjandi umhvørviseituri í siðbundari føði.
Hann segði m.a.:
“Kunnu vit etiskt rættvísgera at handfara trupulleikan øðrvísi í Arktis fyri at varðveita mentanina?
Eg havi stríðst við hendan spurningin í mong ár, og eg haldi ikki, at tað einfaldar loysnir eru.
Persónliga eri eg varin við at taka undir við tí intellektuelt lætta sjónarmiðinum um, at gagnlig føðsluevni í dálkaðum siðbundnum mati á onkran hátt viga heilt upp móti eitrandi ávirkanini frá dálkandi evnum.
Eg havi ikki sæð sannførandi vísindalig prógv fyri slíkari javnvág.
Tí er mín niðurstøða framvegis henda:
Fólk kring alt póløkið, sum eru útsett fyri umhvørviseitri, hava sama rætt til nágreiniliga og gjøgnumskygda kunning um dálkandi evni í sínum mati sum fólk aðrastaðni.
Samstundis mugu hesi samfeløg sjálv í síðsta enda taka støðu til, hvønn heilsuváða tey eru til reiðar at góðtaka fyri at varðveita síni samfeløg, siðvenjur og mentanarliga samleika.
Men slíkar avgerðir mugu byggja á vitan.
Leikluturin hjá granskarum er tí ikki bara at framleiða vísindaligar dátur, men eisini at tryggja, at vitan verður miðlað erliga, virðiliga og á ein mentanarliga skilagóðan hátt.
Ráðgeving um siðbundnan kost eigur helst at koma frá væl kunnaðum lokalum ella regionalum heilsumyndugleikum, sum arbeiða tætt saman við samfeløgunum sjálvum.
Og at enda mugu vit minnast nakað grundleggjandi:
Arktiska tvístøðan er ikki grundleggjandi skapt av arktiskum fólkum.
Hon er skapt av ídnaðardálking, sum stavar aðrastaðni frá.
Í hesum týdningi er arktiska tvístøðan ikki bara ein arktiskur trupulleiki. Hon er ein ávaring um tær altjóða avleiðingarnar av ídnaðarmentanini — og um, hvussu trupult tað í veruleikanum er at skilgreina, hvat tað merkir hjá einum fólki at liva væl.”
Lesið meira her: https://www.setur.fo/en/the-university/news/arctic-congress-2026-the-arctic-dilemma
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



