Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P
Framsýningar

Filmsfelagið: Palestine '36 er ein søguligur spælifilmur, sum ein long røð av londum standa saman um á enskum og arabiskum máli. Upptøkurnar eru gjørdar í Salt í Jordan.

Palestinski leikstjórin Annemarie Jacir er fødd í Bethlehem á Vestara Áarbakka í Palestina 1975, har hon vaks upp við kristnum foreldrum, flutti til Saudiarabia og tók útbúgving í USA.

Í søguliga spælifilminum førir hon okkum til árið 1936. Meðan allar búsetingar í økinum, har bretar hava yvirræði í Palestina, gera uppreistur móti bretska kolonistýrinumroynir Yusuf at finna eina liviliga leið og tilveru millum heimið á bygd og tølandi farran av stórbýi í Jerúsalem.

Men til ber ikki at flýggja frá søguni og hennara gongd.

Jødiskir tilflytarar í hópatali flyggja undan antisemitismu í Evropa og palestinska fólkið tekur seg saman í størsta og drúgvasta uppreisturi móti bretska yvirvaldinum, sum hevur staðið við í 30 ár.

Bretska heimsveldið og alt økið fer skjótt at standa fyri skotum.

Í høvuðsleiklutunum síggja vit Hiam Abbass, Kamel El Basha og Jeremy Irons.

"Oscar-Worthy Palestinian Narratives," skrivaði ummælarin hjá New York Times um filmin.

Danski ummælarin hjá Ekko, Jordan Mintzer, sigur, at her eru tað bretarnir, ið fáa toyggið: "Ikke mindst viser filmen overbevisende, hvordan de britiske koloniherrer affærdigede palæstinensiske liv og palæstinensisk kulturarv. Af filmens mindst et dusin centrale personer er det briterne, der får den hårdeste medfart."

Umframt Bretland eru Danmark, Svøríki og Noreg eisini við í filmsgerðini. Ísrael, sum hevur gjørt næsta filmin í skránni hjá Filmsfelagnum, "Innocence", hevur ikki medvirkað í at gera "Palestine 36".

16/9 kl 20:00 Palestine '36 (Annemarie Jacir 2025 119 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #