Tá hin ótakksami og støðugt misnøgdi biður um ráð, skalt tú varða teg
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá hin ótakksami og støðugt misnøgdi biður um ráð, skalt tú varða teg
- úr Børkuvísum
Politikkur

Ein pensjonerað kona ringdi til mín í morgun. Hon greiddi mær frá, at maður hennara var blivin óhjálpin fyri fleiri árum síðani, men av tí at hon hevði arbeitt við sjúkum fólkum, kundi maðurin búgva heima, og neyðugt var ikki at fáa fólk uttanífrá at taka sær av honum.

Hon kláraði alt sjálv.

Fyri hetta fekk hon eina samsýning, sum hon rindaði skatt av.

Men umframt tað bleiv samsýningin eisini mótrokna í fólkapensjónini, og tí var lítið eftir.

Henda konan hevur spart samfelagnum milliónir, og tøkkin er, at pensjónin minkar, tí hon fær løn fyri tað góða arbeiðið sum hon ger.

Hetta er ikki rímiligt.

Her halda vit í Sambandsflokkinum, at lønin eigur at verða skattað, men pensjónin eigur ikki at verða mótroknað.

Helgi Abrahamsen valevni fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #