Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon
Tiltøk

Betesda: Mikukvøldið kl. 20 fara Peter og Rachel Hansen at greiða frá tænastu teirra sum trúboðarar.

Eftir møtið verður ein drekkamunnur, har høvi eisini verður at heilsa upp á tey bæði.

Petur Hansen, sum er vaksin upp í Klaksvík, fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi.

Í 1985 fóru hann og konan, Rachel, sum er úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðarar hjá NTM. 

Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. 

Tey búgva í Nebraska, USA, og eru í løtuni á stuttari vitjan heima í Føroyum saman við synunum David og Karl.

Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #