Útnorðurráðið: Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Útnorðurráðsins 2026 verður latin grønlendsku bókini Pilu, við teksti hjá Uilu Pedersen og myndprýðum hjá Susanne Jensen.
Pilu er útgivin av bókaforlagnum milik publishing.
Virðislønin verður latin 31. august í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, í samband við at Útnorðurráðið hevur 42. ársfund í døgunum 1. – 2. september.
Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Útnorðurráðsins verður latin annaðhvørt ár. Vinnararnir fáa 60.000 DKK.
Dómsnevndin:
"Pilu er ein ævintýralig og skaldslig søga um dirvi, sjálvsálit og at finna sína egnu leið. Bókin gevur børnum styrki til at fara undir ókendar ferðir – bæði í náttúruni og innan í sær sjálvum – og vísir, hvussu óttin kann gerast til styrki. Søgan er djúpt rótfest í grønlendsku náttúruni og mentanini. Hon dregur frá grønlendskum mytum og sagnum, har havið, fjøllini og djóralívið hava avgerandi leiklutir, og samstundis tosar hon við øll børn, sum ivast í sínum egnu førleikum."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



