Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Skúli

- Síðani 2015 hevur ein áhaldandi afturgongd verið í lesiførleikanum. Størsta afturgongdin er frá 2022 til 2025. Føroyskir næmingar eru aftan fyri OECD-miðal, og munurin er vaksin síðani 2022, var sagt tá ið PISA-kanningin fyri 2025 var løgd fram í dag.

Framløgan sæst her

- 30 prosent av føroysku næmingunum hava lesiførleikar svarandi til vandabólkin. 42 prosent hava lesiførleikar, sum verða mettir sum ikki-virkisførir lesiførleikar. Til samans telja hesir báðir bólkarnir út við tríggjar fjórðingar av føroysku 9. floks næmingunum.

- Føroyskar og norðurlendskar gentur klára seg í miðal betur í lesing enn dreingir. Í føroyum er munurin millum kynini vaksin frá 2022 til 2025.

Tilmæli
- Styrkja mál- og lesimenning sum granskingarøki, og harvið eisini styrkja fakøkið á námsfrøðinga- og læraraútbúgvingunum.

- Kanna, hvussu lesiføri í lesing hjá føroyskum næmingum kann styrkjast. Dentur kundi td. verið lagdur á lesiførleikar hjá dreingjum, og hvussu vit kunnu gera lesing áhugaverda og viðkomandi hjá ungum.

- Gera eina samskipaða ætlan í fólkaskúlanum við endamálinum at menna lesing tvørtur um lærugreinir. Lærarar í øllum lærugreinum eiga at hava ein leiklut og felags ábyrgd at styrkja lesiføri í lesing.

Sí PISA 2025 frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #