Síðan 2023 hevur danska løgreglan havt 10 elbilar á vegnum fyri at royna, um bláguli flotin kann gerast grønur í framtíðini.
Trupulleikin er bara, at politistarnir í øllum royndarøkjum eftirfylgjandi hava boðað frá at hava fingið bilverk.
Ein trupulleiki, sum ikki hevur verið í klassiskum bensin- og dieselbilum, sigur danska ríkisløgreglan í síni eftirmeting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



