Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 800 milliónir krónur, ella góð 7 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum gongur fram, meðan útflutningsvirðið av laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli gongur aftur. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við 652 milliónum krónum. 

Útflutningsvirðið av laksi minkaði 274,8 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið minkaði 4,6 prosent, meðan nøgdin vaks 12,4 prosent. Hetta svarar til at prísurin er lækkaður 15 prosent.

Útflutningsvirðið av makreli er vaksið við einari góðari milliard krónur, ella 127 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin 63,4 prosent. 

Prísurin á laksi hevur verið sera svingandi síðani byrjanina av 2022. Prísurin á heilum feskum laksi hevur hetta tíðarskeiði ligið millum umleið 50 og 90 krónur kilo. Í august í 2024 var prísurin 50,40 krónur kilo og í august í ár er prísurin 40,50 krónur kilo. Hetta er ein lækking á nærum 20 prosent.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo