Seinastu tíðina er vorðið eyðsæð, hvat hendir, tá ið álit verður sett á at kunna keypa orku úr Russlandi ella Miðeystri.
Prísirnir á olju rúka upp, tá ið einaræðisharrar royna at skrúva kranan fyri til tess at leggja trýst á frælsa vesturheimin.
Føroyar eiga at lyfta sín part av byrðuni.
Vit eiga at tryggja eina støðuga oljuframleiðslu úr vesturheiminum – úr frælsum, demokratiskum londum.
Vit eiga ikki við okkara orkunýtslu at stuðla, at einaræðisharrar í Russlandi og Miðeystri verða sitandi við valdið.
Við Fólkaflokkinum seta vit aftur oljuleiting undir Føroyum í fokus og bjóða oljufeløgum vælkomnum at gera íløgur her.
Putin, Ayatollah ella Rúna? Vel so heldur Rúna.
Rúni Hammer, valevni hjá Fólkaflokkinum
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



