Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið boð um, at onki álop skal vera á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv næstu tríggjar dagarnar.
Tað skriva fleiri russiskir miðlar.
Orsøkin er, at ein serlig sendinevnd við millum annað Steve Witkoff og Jared Kushner í dag er lend í Moskva, og millum annað skal hava fundir við russisku leiðsluna.
Teir fara eisini at vitja í Ukraina, og eisini hagani eru boð komin um at binda frið, so leingi vitjanin er.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at nevndin hevur við sær eitt ítøkiligt uppskot um frið, sum teir ætla at leggja fyri partarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



