Føroya Ríðingarfelag: Tá skrúðgongan við ítróttarfólki kemur oman á Vaglið, til setanina ólavsøkuaftan, verður tað við 18 ára gomlu reiðkvinnuni, Ranju Halsdóttur Djurhuus á odda. Ranja er verandi føroyameistari í tvíspor í kappríðing og vann sær harvið heiðurin at bera merkið á rossabakið til ólavsøkusetana.
Ranja ið er í læru sum frisør hevur riðið frá barnsbeini, hon er úr rossafamilju, eini langabbin var Aksel Hansen, ein av stovnarunum av Føroya Ríðingarfelag. Ranja var ikki meira enn 8 ára gomul. fyrstu ferð hon reið kapp, tá vann hon riðilin, men tó ikki sjálva kappingina. Seinasta kappingarár gjørdi hon tó bart, tá vann hon fleiri kappingar og harvið eisini FM í Tvíspor á hestinum Sirkill. Til skrúðgonguna verður hon tó ikki á Sirkill, hann er heldur buldrasligur til at ganga á odda í skrúðgonguni. Ranja hevur heldur lánt hestin Strák, sum brøðurnir Erlendur og Bárður Johannessen eiga. Strákur er eisini kappingarhestur, men verður mettur at hava betri sinnalag, til at fara oman millum stóru mannamúgvuna á vaglinum.
Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



