Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak
Tónleikur

Tað var júst tann kenslan eg og abbasonurin fóru heim við, tí vit merktu hesa kensluna – at vit skiltu ikki stórvegis av tekstinum, men upplivingin var framúr!

Rasmus segði, at hann tók valið at syngja á grønlendskum, tí tað var júst í tí grønlendska hann vildi leggja orkuna og fáa hetta ført víðari út í heimin.

Eg var ikki í iva, tá uppslagið kom um, at nú fekk eg møguleikan at hoyra hann live, tí Rasmus Lyberth hevur altíð verið har, so eg gleddi meg til konsertina.

Hann sjálvur sigur, at tað var av eini tilvild, at hann bleiv tónleikari, tí hann hevur ikki nakra tónleikaliga útbúgving ella nakað tílíkt, men sigur tað var eitt slag av eini ”opinbering”, at hann fyri mongum árum síðani valdi tónleikaligu kósina.

Sigur eisini, at hansara tónleikur er komin rættiliga víða um í heiminum, so sjálvt í norðurkorea hevur forsetin har møguleikan at seta seg at lurta.

Tað, sum beinanvegin merkti konsertina var, at alt varð sungið á grønledskum, men hevði Rasmus eisini frálíkar frásagnir um sangirnar og annað á donskum, sum gjørdi hesa løtuna nærverandi og fjálga.

At hoyra hesa frálíka røddina við sínum fram úr guitarspæli, fekk meg at føla eina kenslu at hoyra til og at løtan var ognað mær og okkum.

Tá hann so peikaði út til eina eldri grønlendska kvinnu, sum hann segði hevði verið barnagenta hjá sær, gav bara løtuni enn meira kenslu av nærveru, tí á pallinum stóð ein trubadurur og legenda, sum hevur lagt so nógv gott eftir seg!

DON´T MAKE WAR IN THE WORLD ANYMORE”

Í eini serligari støðu kom henda yvirskriftin til hansara, tí hann følir henda heimin so serligan og viðkomandi, at tað skuldi verða ein boðskapur til heimsins leiðarar um, at her eiga vit at liva í nærveru og samleika og ikki í kríggi og hatri.

Aftur her var sjálvur mátin hann legði fyri dagin so rámandi og viðkomandi, at eg føldi hesa kensluna, at um eg ikki skilti orðini, so var sjálvur boðskapurin so viðkomandi at eg varð tikin við – STÓRT!

Tað var eisini eitt serligt, at hann í onkrum sangi segði út til okkara, at vit kundu syngja við, sum eg eisini legði merki til, at omanfyri nevnda kvinnan eisini gjørdi.

Eg kom til hesa frálíku konsertina við eini vón um uppliving og undirhald, sum Rasmus Lyberth so sanniliga livdi upp til – SERA GOTT!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #