Country og Blues Festivalurin: Country og Blues Festivalurin í Sørvági kunngerð eitt av høvuðsnøvnunum á Country Festivalinum 2026.
Ray Scott kemur heilt úr Nashville til Føroya við egnum bólki.
Atgongumerki eru til sølu á https://www.country.fo/
Við síni djúpu, mjúku bariton rødd og sterku søgusøgnum hevur Ray Scott gjørt seg kendan sum ein av teimum mest autentisku røddunum í nútímans country. Hann kemur úr North Carolina og hevur síðan 2005 givið út fleiri plátur, har hann heldur fast við tann klassiska country stílin.
Blaðið Billboard skrivar: “Sangskrivingin hjá Scott er gjølla tilgjørd, har hann dregur fram tekstir og søgur, sum samsvara við hansara framúrskarandi rødd”.
Blaðið RollingStone skrivar: “Bariton-røddin hjá tí North Carolina-fødda, sum minnir ikki sørt um røddina hjá Johnny Cash, er serlig og silkimjúk”.
Nýggjasta útgávan, Billboards & Brake Lights, er eitt must fyri øll, sum elska veruligt country!
"Country Festivalurin - Har Country hittini, hittast"
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



