Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca
Skúli

Setrið: Regin er í ph.d.-vísindastarvi í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini, og á Berkeley verður hann í heyst knýttur at Haas School of Business, Center for Responsible Business, har hann fer at arbeiða víðari við gransking síni um stýring av fyritøkum, sum limir eiga.

Hesar fyritøkur skilja seg frá vanligum partafeløgum við tað, at eigararnir ikki eru partaeigarar, men mangan kundar, limir ella brúkarar. Hetta reisir serligar spurningar um m.a. ognarskap, fólkaræði og ábyrgd.

Granskingin hjá Regini snýr seg serliga um leiklutin hjá limaráðum og umboðsráðum og um sambandið millum limir, nevnd og dagliga leiðslu. 

Uppihaldið á Berkeley gevur Regini møguleika at menna granskingina í einum altjóða granskingarumhvørvi og at knýta nýggj faklig sambond.

- Eg haldi, at hetta er ein heiður, og eg gleðist um fáa møguleikan at vera partur av granskingarumhvørvinum á UC Berkeley. Eg vóni, at uppihaldið bæði kann styrkja mína egnu gransking og skapa sambond, sum kunnu gagna Fróðskaparsetrinum og føroyskum granskingarumhvørvi, sigur Regin Djurhuus Hammer.

Fulbright er ein altjóða akademisk skiftisskipan, sum hevur til endamáls at fremja samstarv og sínámillum fatan millum USA og onnur lond gjøgnum útbúgving og gransking.

Lesið meira um Fullbright HER 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #