Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Lesarin skrivar

Í dag hevur borgarastjórin í Havn aftur málað ælabogan á vegin. Hesa ferðina er tað mitt í Steinatúni, har fólk ganga, og bilar koyra dagliga.

Tað sær út sum, at LGBT+ Føroyar fær størri serstuðul frá borgarastjóranum enn aðrir felagsskapir. Eingin annar felagsskapur hevur enn fingið máling á almenna vegin.

Eigur borgarastjórin ikki at umboða øll í kommununi?

Ella kann man bara velja ein minniluta burturúr og stuðla teimum í høvd og reyv, meðan onnur ikki fáa somu uppmerksomheit?

Borgarastjórin sigur, at kommunan skal hava pláss fyri øllum, men tann boðskapurin kemur ikki til sjóndar í málingini.

At mála ælabogan á vegin handlar ikki um at fevna um øll, men heldur um, at LGBT+ fólk skulu kenna seg eyka hjartaliga vælkomin í Tórshavnar kommunu.

Henda málningin skapar bara øsing millum fólk og savnar okkum ikki. Hetta elvir bara til, at tað aftur kemur eldur í kjakið um tey samkyndu, og eg haldi ikki, at hetta ger nakað gott fyri tey yvirhøvur.

Ælabogin er ein áminning frá Gudi um, at hann ikki longur fer at senda vatnflóð yvir jørðina. Hann hevur einki við LGBT+ ella ymiskleika at gera.

Har dumpar kommunan eisini, tí ælabogin í Steinatúni hevur bara 6 litir, hóast ein rættur ælabogi hevur 7 litir.

Latið vera við at provokera, og loyvið okkum heldur at savnast á ólavsøku undir okkara egna merki 🇫🇴

Petur Asano

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #