Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, hevur skrivað undir avtaluna um at koma upp í sokallaða "friðarráðið" hjá Donald Trump, skrivar Reuters og vísir til eina Telegram-rás, sum er knýtt at forsetanum.
Ráðið er partur av friðarætlanini eftir Gaza-stríðið og skal hava eftirlit við eini teknokratiskari palestinskari skiftisstjórn. Trump fer sjálvur at standa á odda fyri "friðarráðnum".
Í einum teknokrati verður landið stýrt av serfrøðingum á ymsum økjum, heldur enn av fólkavaldum politikarum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



