Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Politikkur

Alt bendir á stjórnarskifti í Svøríki. Tvær exit poll-kanningar geva reyðgrøna andstøðuvonginum greiðan meiriluta eftir ríkisdagsvalið í dag.

Kanningin hjá SVT gevur Javnaðarflokkinum og stuðulsflokkunum 51,3 prosent, meðan stjórnarflokkarnir og Svøríkisdemokratarnir fáa 46,8 prosent. Tað svarar til umleið 183 tinglimir móti 166, skrivar SVT.

Ein exit poll hjá TV4 vísir somuleiðis 51,3 prosent til reyðgrøna vongin. Javnaðarflokkurin hjá Magdalenu Andersson verður størstur við 28,4 prosentum. Moderaterna fáa 17,5 prosent og Svøríkisdemokratarnir 18,5 prosent.

Liberalerna, sum vóru í vanda fyri at detta úr ríkisdegnum, fáa sambært kanningini 5 prosent og klára sostatt fýraprosentmarkið.

Verða tølini váttað, kann Magdalena Andersson taka við sum forsætisráðharri eftir Ulf Kristersson.

Talan er tó enn um fyribils tøl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #