Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Leygardagin 28. november lata dyrnar upp í nýggju Reyðakrossbúðini í Smiðjugerði 6 í Tórshavn. Handilin, sum higartil hevur hildið til í Stiðjagøtu, flytur nú í størri og betri søluhøli við góðum úrvali av damu-, harra- og barnaklæðum.

Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi við at gera handilin kláran. Hillar og stativ verða sett upp, klæðir verða hongd upp, og nýggja Reyðakrossbúðin tekur so líðandi skap.

Betri karmar fyri endurnýtslu
Endurnýtsluvirksemið hjá Reyða Krossi Føroya er vaksið nógv seinastu árini, og nýggi handilin í Smiðjugerði er enn eitt stig í menningini. Føroyingar eru óførir at lata klæðir til endurnýtslu, og málið er at fáa sum mest burturúr tí, sum verður latið.

Flytingin í Smiðjugerði er við til at skapa betri karmar um alt endurnýtsluvirksemið hjá Reyða Krossi og gevur fleiri møguleikar at gagnnýta tað, sum verður latið.

Upplatingartíðirnar í nýggja handlinum verða í fyrstu atløgu tær somu sum í Stiðjagøtu, leygardagar kl. 10–15 og mánadagar kl. 16–19.

Ynskið er við tíðini at kunna víðka um upplatingartíðirnar. Handilin verður rikin av sjálvbodnum, og vónin er eisini, at nýggju karmarnir fara at skapa enn størri áhuga fyri endurnýtsluni, bæði millum kundar og fólk, sum hava hug at gerast sjálvboðin. Hjá Reyða Krossi eru nýggj sjálvboðin altíð vælkomin.

Skrá fyri upplatingardagin – leygardagin 28. november

  • Kl. 10.00 – Reyðakrossbúðin letur upp

  • Kl. 11.00 – Nøkur orð frá Reyða Krossi, kaffi og køka verður bjóðað

  • Kl. 13.00 – GAIA spælir nøkur løg

  • Kl. 15.00 – Handilin letur aftur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #