Í einum rósandi ummæli í filmsmiðlinum Gaffa, lýsir Kjartan Hansen heimildarfilmin hjá Pæturi Hjalmar Evensson um vestmenningin og tónleikaran Róin Siggertsson sum eina framúrskarandi lýsing av einum óútloystum talenti og einari rastleysari sál.
Filmurin lýsir stríðið hjá Róini við angist, seinføra ADHD-greining og leitanina eftir sálarfriði. Tónleikurin hevur verið hansara stóra lívsáhugi, men gjørdist ongantíð hansara livibreyð.
Ummælarin heldur, at styrkin í filminum er, at Róin sjálvur sleppur at greiða frá sínum lívi og sínum tonkum um fortíðina og framtíðina.
Filmurin, sum fær 5 av 6 stjørnum frá Gaffa, kann nú eisini síggjast á donsku stroymingartænastuni Filmstriben.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



