Tórshavnar kommuna harmast stórliga um, at rottueitur hevur ligið frammi á Lágargarði, soleiðis sum Kringvarp Føroya hevur borið fram í Degi og Viku fríggjakvøldið og mánakvøldið.
Tað sigur seg sjálvt, at slíkt eigur ikki at koma fyri, og nú verður kannað, hvussu tað ber til, at kubbar av rottueitri hava staðið frammi og verið atkomiligir hjá fólki.
Fyri umleið fýra árum síðan fekk Lágargarður rottueitur frá aktingarskipanini, tí har vóru trupulleikar við mýs. Fellur vórðu settar upp, men loystu ikki trupulleikan, og tí vórðu kassar við eitri eisini settir upp rundan um húsið.
Av tí at mýs eisini vóru inni í bygninginum, varð eitur eisini lagt í eina kaðalrennu niðri í gólvinum, har fólk ikki sleppa til.
Herfyri vórðu broytingar gjørdar í einum rúmi á Lágargarði, og tað er hugsandi, at tað er í hesum sambandi, at kubbar av rottueitri eru komnir undan kavi. Av misgáum eru kubbarnir ikki beindir burtur, men hava staðið í vindeyganum og á gólvinum.
Tá aktingarskipanin fekk boð um, at eitur var funnið á Lágargarði, fór aktingarmaðurin beinanvegin á staðið, og saman við húsavørðunum varð syrgt fyri, at eitrið varð burturbeint.
Greiðar mannagongdir
Mannagongdin er annars, at aktingarmaðurin fær rottueitur útflýggjað frá Umhvørvisstovuni, og eitrið verður væl goymt handan tvær læstar hurðar.
Aktingarmaðurin leggur eitur og kann eisini útflýggja tað til góðkendar persónar. Hesa skipanina hevur aktingarmaðurin umsitið í 25 ár, og hon hevur riggað væl.
Rottutýning og fyribyrging av rottu er skipað sambært løgtingslóg nr. 134 frá 1988 um umhvørvisvernd og er seinast broytt 16. desember 2021, tá ávísar mannagongdir eisini vórðu broyttar.
Kommunan kann staðfesta, at áðrenn løgtingslógin varð broytt í 2021 er rottueitur møguliga lagt út av húsavørðum í tveimum støðum. Hesi støð verða nú kannað, og um eitur verður funnið, verður tað burturbeint.
Kommunan arbeiðir annars út frá kunngerð nr. 147 frá november 2017 um fyribyrging og týning av rottu.
Annars hevur Aktingarskipanin eisini lagt rottueitur út uttanfyri fýra aðrar kommunalar stovnar. Aktingarmaðurin fer nú at eftirkanna, um eitrið enn liggur tryggiliga í mun til atkomu frá óviðkomandi.
Kommunan fer í næstum at geva starvsfólkum nærri kunning um, hvussu rottueitur sær út, hvat tey skulu gera og hvussu tey skulu boða frá, um tey koma fram á rottueitur, sum liggur frammi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



