Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P
Vinna

Føroysk skip kunnu kortini ikki fiska tær 4.000 tonsini av svartkjafti, sum eru sett av til vinnuligar fiskiroyndir, í íslendskum sjógvi.

Í kunngerðini frá 26. august stóð, at kvotan kundi fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Men longu 8. september varð kunngerðin broytt. Orðini „í íslendskum sjógvi“ eru nú strikað. Royndarkvotan kann sostatt bara fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Talan er um 4.000 tons, sum kunnu latast persónum, feløgum ella eigarum av fiskiførum til vinnuligar fiskiroyndir. Dentur verður lagdur á menning og nýskapan.

Umsóknarfreistin er framvegis 25. september 2026 klokkan 12.

Nýggja kunngerðin kemur í gildi í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #