Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at USA bjóðar russiska forsetanum, Vladimir Putin, til komandi G20-toppfundin, sum verður hildin í Miami.
- Fyri at loysa trupulleikar, mást tú møta teimum fólkum, tú ert ósamdur við, ella teimum fólkum, tú kanska hevur onkrar trupulleikar við, so vit hava bjóðað Putin forseta til G20. Vit halda, at tað er ein møguleiki hjá honum at fara í dialog ikki bara við forsetan, men eisini við aðrar heimsleiðarar. Vit vóna, at hetta er ein innbjóðing, sum hann fer at siga ja til, sigur Rubio sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



