Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Matstovur skulu fáa loyvi at innflyta rúsdrekka, og partur av avlopskravinum til Rúsuna skal leggjast um til avgjøld. Tað eru høvuðstættirnir í tveimum uppskotum hjá Framsókn, sum verða viðgjørd á tingfundinum í dag klokkan 11.

Uppskotini hanga saman. Sleppa matstovur at innflyta sjálvar, skal ein broytt avgjaldsskipan tryggja, at landskassin framvegis fær somu inntøkur av rúsdrekkasøluni.

Framsókn skjýtur millum annað upp at hækka avgjaldið á borðvíni úr 24 upp í 42 krónur og á brennivíni úr 330 upp í 420 krónur fyri alkoholliturin. Avgjaldið á cider skal eisini hækka, so tað verður tað sama sum á øli.

Sambært Framsókn skulu broytingarnar ikki gera tað dýrari at keypa í Rúsuni, tí avlopskravið verður lækkað samsvarandi.

Hækkaðu avgjøldini verða mett at geva landskassanum 13,9 milliónir krónur. Avlopskravið til Rúsuna, sum í ár er 20,3 milliónir krónur, kann tí lækkast við somu upphædd, skrivar Kringvarpið.

Umframt hesi bæði uppskotini hjá Framsókn er bert framløga á skránni í Løgtinginum í dag.

Fylg við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #