- Vit hava sent føroyingum bræv og formliga boðað teimum frá at tað fær avleiðingar, leggja teir fleiri avmarkingar á russisk fiskiskip sum fiska í føroyskum sjógvi.
Tað sigur Ilya Shestakov, sum er stjóri í russisku fiskivinnuumsitingini við miðilin RIA Novosti.
- Nú vóna vit bara, at føroyingar taka røttu avgerðina, og ikki leggja fleiri fótonglar út fyri okkara samstarv á fiskivinnuøkinum, leggur hann afturat.
Nakrar avmarkingar vórðu lagdar á russisk skip í Føroyum, og russar fylgja væl við, um landsstýrið fer longur, sum talan hevur verið um.
Talan er serliga um fyritøkurnar Norebo og Murman Seafood, sum ES og Noreg áður hava bannað, men sum hava frítt at fara í Føroyum.
Keldur hjá RIA Novosti siga, at ein sannlík avleiðing hevði verið, at Russland letur sín maknað aftur fyri vørum úr Føroyum.
Føroyar og Russland hava havt sínamillum avtalu um fiskiveiðu síðani 1977. Hon er í stuttum, at føroysk skip fiska í russiska partinum av Barentshavinum, afturfyri sleppa russisk skip at fiska í føroyskum sjógvi og umskipa veiðuna í føroyskum havnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



