Álopsátakið hjá Ukraina móti russiska Amazon rakar bæði russiska búskapin og stuðulin til kríggið hjá Putin.
Týsdagin er júst ein mánaður síðani ukrainskar dronur fyrstu ferð siktaðu móti størsta russiska nethandilspallinum Wildberries.
Síðani tá hevur Ukraina bumbað umleið 25 ferðir russiska svarið til Amazon, og sunnunáttina var størsta goymslan hjá Wildberries, á 250.000 fermetrar, beint uttanfyri Moskva, í eldlinjuni, skrivar BBC.
Álopini hava fevnt um seg um stórar partar av Russlandi frá Moskva til Sankta Pætursborg til Uralfjøllini í eystara parti av landinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



