

Russisk loftverndarskotvápn raktu og skutu niður eitt russiskt jagaraflogfar síðstu nátt.
Tað sigur talsmaðurin hjá ukrainska sjóverjuni, Dmytro Pletenchuk, við eina ukrainska sjónvarpsrás, skriva Kyiv Independent og RBC Ukraine.
- Teir svaraðu ukrainskum álopum so virknir aftur, at teir endaðu við at skjóta sítt egna flogfar niður yvir Krim í dag. Bardagin heldur fram, sigur Pletenchuk sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo