Aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, hevur hildið røðu í Europa-Parlamentinum.
Mark Rutte fekk eisini fleiri spurningar.
Hann svarar stutt, men sigur, at rammuavtalan við Trump snýr seg serliga um at forða Kina og Russlandi í at fáa atgongd til Arktis - bæði hernaðarliga og búskaparliga, skrivar TV 2.
Hetta skal millum annað gerast við, at NATO tekur størri ábyrgd av verjuni av Arktis, stendur í fráboðanini.
- Men eg havi einki mandat at samráðast vegna Danmark. Tað havi eg ikki, og tað vil eg heldur ikki, leggur Rutte dent á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



