Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
Politikkur

Tað var ikki sørt ørkymlandi at frætta í tíðindunum herfyri, at gentur við ADHD og autimsu fáa fleiri sálarsjúkur enn dreingir. Sambært námslektara og Ph. D lesandi, Tórunn Højgaard Òsa, sum hevur granskað hetta økið, skyldast tað, at gentur fáa seinni hjálp og bíða longri eftir útgreining. Kanningin vísir, at av 94 gentum við ADHD høvdu 26,5 % eyðkenni av strong, meðan tað út av 190 dreingjum við ADHD høvdu bert 10 % eyðkenni av strongd.

Taka vit so krøvini, sum samfelagið leggur afturat hesum ungu, gerst støðan bara enn verri. Krøvini til okkara ungdóm økist í stórum bæði í mun til faklig krøv í skúlanum, hvat verður forvæntað av teimum í mun til hægri útbúgvingar og til framtíðarstørv. Sosialu miðlarnir leggja somuleiðis stórt trýst á okkara ungu, um hvussu ein skal síggja út.

Vit eiga at geva okkara ungu barna- og ungdómsárini aftur, sum Sigrun Eyd Fossadal so fantastiska væl greiddi frá á ungdómstinginum. Opið og erliga tosaði hon um einsemi hjá okkara ungu, sum missa seg sjálvan burtur á snildtelefonini við at samanbera seg við onnur og at telja likes. Hendan røðan situr í mær enn, og gav mær veruliga nógv at hugsa um, at vit verða noydd at seta avmarkingar á í mun til snildtelefonir í skúlunum. Kanningar vísa somuleiðis, at bundinskapur til snildtelefonir ikki fremur góða sálarheilsu, heldur tvørturímóti, og nógv ung dragast við tunglyndi.

Vit skulu raðfesta barna og ungdómspsykiatriina, soleiðis at okkara ungu fáa hjálp skjótari, munur skal somuleiðis heldur ikki vera á bíðitíðini um tað er ein genta ella drongu, og vit skulu seta krøv í skúlunum til nýtsluna av snildtelefonum og eggja okkara ungu til sunnar vanar.

Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #