Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein
Lesarin skrivar

Í gjár undirskrivaðu Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen nógv umrøddu avtaluna við USA. Avtalan staðfestir nakað, sum Grønland nú hevur, men Føroyar ikki: sjálvsavgerðarrættin til at skipa seg sum eina eina sjálvstøðuga tjóð.

Hetta merkir, at um grønlendingar ynskja at taka fulla ábyrgd av egnum viðurskiftum, kunnu teir tað.

Deiligt hjá teimum.

Her heima vísa meiningskanningar annars, at undirtøkan fyri einum føroyskum stati uttan fyri ríkisfelagsskapin er nakað lunkað.

Tó er púra greitt, at flestu føroyingar ynskja broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Tað ynskið eiga vit at taka í álvara, og tað eigur ikki at verða skotið út í óvissa framtíð.

Eg haldi, at Føroyar skulu hava fult ræði á egnum landi, gjarna í felagsskapi við Danmark.

Og eg haldi eisini, at hetta er nakað, flest føroyingar kunnu taka undir við.

Vit skulu sjálvi gera tær avtalur og byggja tey sambond, sum gagna Føroyum, í staðin fyri at vera bundin av loysnum, sum fyrst og fremst tæna Danmark.

Tí skal ríkisfelagsskapurin endurskoðast.

Vit eiga at taka stig nú, meðan viljin at finna nýggjar loysnir tykist at vera til staðar bæði í Føroyum og Danmark.

Við avtaluni, sum varð undirskrivað í gjár, er staðfest, at Føroyar og Grønland ikki hava somu støðu í ríkisfelagsskapinum.

Tað er ein broyting, vit ikki eiga at lata fara fram við, tí ein felagsskapur, har allir partar ikki eru eins nógv verdir, er ikki nógv verdur.

Avgerðir um føroysku framtíðina eiga at verða tiknar við støði í føroyskum áhugamálum.

Okkara land, okkara ábyrgd, okkara avgerð.

Helena F. Jørmundsson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #