Næsta leygardag fyllir Sámal Jákup Petersen í Kvívík 100 ár.
Sámal Jákup býr á Mørkini, og dagurin verður hildin í Leguhúsinum í Nesvík frá klokkan 15 til 17, har fólk eru vælkomin at heilsa uppá.
Sámal Jákup var giftur við Elsu Petersen, sum doyði í 2022. Tey fingu seks gentur. Tey høvdu jarnbrúdleyp (gift í 70 ár) 16. oktobur 2019.
Sámal Jákup er útbúgvin skipari og sigldi tey fyrstu nógvu árini, men tá arbeiðið við SEV byrjaði í Vestmanna keypti hann sær lastbil og fór at koyra har. Seinni fekk hann sær fyrst rutubil og fór at koyra ímillum Vestmanna og Havn, og síðani bleiv tað við bussi har hann koyrdi bæði privat og seinni eisini fyri Bygdaleiðir. Hann koyrdi skúlabørn ímillum Vestmanna og Kvívík og eisini mjørkadalsmenn millum Havnina og Mjørkadal í samband við arbeiði har.
Dóttirin, Heidi Petersen, fyrrverandi løgtingskvinna, greiðir frá, at best dámdi pápanum at fara á flot, og hevði hann mangan døgurðan við sær heim. Tað gjørdi hann líka til hann var 93 ár. Sámal Jákup er væl fyri, tó at dagarnir kunnu vera eitt sindur ójavnir. Hann er frammi hvønn dag, men hoyrir ikki so væl sum hann plagdi.
Køn fólk í Kvívík siga, at tað er ikki hent áður, at ein kvívíkingur er blivin 100 ár.
Á myndini situr Sámal Jákup við langabbadóttrini, Vilju.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



