Í 3. parti í útvarpsrøðini "Oyggjar undir trýsti" var eitt evni, hvussu tungt vinnuvirksemi ávirkar búpláss í Føroyum.
Í tí sambandi nevndi Sámal Matras Kristiansen, at summastaðni hava virkir framíhjárætt mitt í býnum orsakað av tí, sum hendi í fortíðini. Hann segði:
- Vit hava nøkur fólk, sum taka avgerðir, ið hava støði í søguligum rættindum hjá teimum framleiðsluvirkjum, sum altíð hava verið har. Vit gloyma bara tað, at framleiðslan er nógv meira larmandi, plásskrevjandi og dominerandi, enn hon var fyrr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



