Nú klokkan 9 byrjaði landsfundurin hjá Sambandsflokkinum við Tjarnir. Millum røðararnar eru Jákup Sverri Kass, fyrrverandi løgtingsmaður, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.
Skráin er henda:
08:30: Morgunmatur
09:00: Aðalfundur
10:00: Formansfrágreiðing
10:30: Politiskt orðaskifti
11:45: Jákup Sverri Kass - “At liva og virka við fyrimununum í ríkisfelagsskapinum”
12:00: Steðgur
13:00: Gestarøðari
13:10: Sofaprát
13:45: Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
14:15: Kaffisteðgur
14:30: Politiskt orðaskifti heldur fram
16:00: Fundurin lokin
19:00: Ársveitsla á Hotel Føroyum. Neyðugt er við tilmelding á samband@olivant.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



