Hósdagin og leygardagin verður Tórsvøllur karmur um venjingardystir ímóti Sámalandi - Mynd: Hans Erik Danielsen
Hósdagin og leygardagin verður Tórsvøllur karmur um venjingardystir ímóti Sámalandi - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: – Eg kenni ikki so nógv til mótstøðuna, men eg vænti kortini at tær hava eitt ávíst støði. Vit fara so undir ongum umstøðum at taka lætt upp á hesa uppgávuna – als ikki.
Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum, sum í morgin, hósdagin møtir Sámalandi í venjingardysti á Tórsvølli.
Eisini U19 dreingirnir fáa møguleikan at royna seg ímóti sínum sámisku javnaldrum. Og fyri venjaran, Fróða Benjaminsen er talan um ein kærkomnan venjingardyst, ið skal brúkast sum fyrireiking til EM undankappingina, sum verður í mars.
– Hóast vit lítið og einki vita um mótstøðuna, so taka vit hesa uppgávuna í størsta álvara, og ætla okkum sjálvandi at vinna. Men dysturin verður eisini brúktur sum partur av fyrireikingunum til EM undankappingina, og tí er upplagt at royna okkurt av tí, sum vit hava lagt dent á í venjingunum, sigur Fróði Benjaminsen.
Sámiski liðini eru fyri tað mesta mannaði við spælarum úr Norðurnoregi og Norðursvøríki. Kendastu feløgini, ið eru umboðað, munnu vera Bodø/Glimt og Tromsø IL.
Seinnu dystirnir á føroyavitjanini verða spældir leygardagin 31. januar. Klokkan 11 spæla U19 dreingirnir hjá Sámalandi ímóti U18 liðnum hjá HB, og klokkan 13 fara U19 landsliðini við gentum aftur á vøllin.
Sámaland er ikki eitt sjálvstøðugt land, men eitt stórt landaøki í Norður-Evropa, ið fevnir um Norðurnoreg, Finnland og Svøríki, umframt ein part av Russlandi.
Sámar hava sína egnu mentan, søgu og siðir, og hava eisini sítt egið mál, sum stórur partur av fólkinum tosar.
Hósdagin 29. januar
Kl. 15:00 Føroyar – Sámaland (U19 dreingir)
Kl. 17:00 Føroyar – Sámaland (U19 gentur)
Leygardagin 31. januar
Kl. 11:00 HB – Sámaland (U18/U19 dreingir)
Kl. 13:00 Føroyar – Sámaland (U19 gentur)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



